Fekk bót fyri ikki at halda ES-reglur

Fekk bót fyri ikki at halda ES-reglur
Skiparin á Christiani í Grótinum er í rættinum í Lerwick ígjár dømdur at rinda 55-túsund krónur í bót, fyri ikki at hava fryst sild beinanvegin
Mynd: Shetland News  
 
27.05.2017 - 10:29

Skiparin er dømdur at rinda 55-túsund krónur í bót, fyri ikki at hava tryggjað sær, at fimm tons av sild, sum uppsjóvarskipið hevði fiskað, vórðu fryst beinanvegin, og tað er í stríð við ES-reglur. Christian í Grótinum var tá til fiskiskap í ES-sjógvi við Walsey í 2014. . 

John Scott, verji hjá skiparanum, vístu á, at sildin var hjáveiða, og at skiparin ikki visti, at reglurnar vóru galdandi fyri hjáveiðu, skrivar Shetland News.

Skiparin var eisini ákærdur fyri at hava koyrt sýru í slógv. Men hesum noktaði hann seg sekan í.

Fløktar reglur

Philip Mann, politiovasti í Hetlandi, sigur, at reglurnar á økinum eru fløktar, og at bæði sakførarar og fiskimenn hava ilt við at skilja summar av ES-reglunum fyri fiskiskap, skrivar Shetland News.

- Tað er týðiligt, at reglurnar eru sera, sera truplar hjá øllum at tulka, sigur Philip Mann, og við skiparan á Christiani í Grótinum segði hann, sambært Shetland News, at her var ikki talan um nakra tilætlaða roynd at fáa ólógligan vinning.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498