Álitið millum USA og Evropa minkar

Álitið millum USA og Evropa minkar
Angela Merkel, samveldiskanslari í Týskland, er ikki jalig eftir fundin millum G7-londini
Sambandið millum Evropa og USA er blivið verri, síðan Donald Trump bleiv forseti
 
28.05.2017 - 16:30

- Tíðin, tá vit kundu hava álit á hvørjum øðrum, er við at fara. Tað hava eg uppliva seinastu dagarnar.

Soleiðis segði Angela Merkel, samveldiskanslari í Týsklandi, á einum veljarafundi í Munchen í dag.

Fremstu búskapirnir í heiminum - G7 londini - hava júst havt fund á Sisilia. 

A fundinum boðaði Donald Trump, forseti í USA, frá, at USA umhugsaði at taka seg úr París-sáttmálnum, sum londini hava gjørt um veðurlagsbroytingar.

Aftaná fundin staðfestur Angela Merkel, at álitið millum partarnar er minkandi.

Hóast Týskland og Evropa vilja hava gott samband við bretar (sum nú fara úr ES) og USA, "mugu vit stríðast fyri okkara lagnu", sigur Angela Merkel.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581