Skattgjaldarin rindar nógv fyri Pálshøll

Skattgjaldarin rindar nógv fyri Pálshøll
Høllin kostaði 24,7 mió. kr. at byggja, og Vágs kommuna hevur goldið 5,4 milliónir. Kommunan fer eisini at rinda fýra milliónir fyri marghøllina
 
02.06.2017 - 08:36

Skattgjaldarin í Vági letur nógvar pengar til Pálshøll og marghøllina.  

Vágs kommuna hevur goldið 22 prosent av Pálshøll og leigar høllina fyri 500.000 kr. um árið.

Pálshøll kostaði 24,7 mió. kr. at byggja. Vágs kommuna hevur goldið 5,4 milliónir.

Til raksturin hjá Pálshøll hevur kommunan higartil játtað 2,4 mió. kr., frá 17.september 2015 til fyrst í mai ár. 

Hevur svarað Fíggjarmálaráðnum 

Vágs kommuna hevur svarað nógvu spurningunum frá Fíggjarmálaráðnum um lutin hjá kommununi í Pálshøll.

Sambært svarinum stuðlar kommunan eisini Pálshøll.

Grundstykkið, sum annars hevði kostað 56.000 kr. um árið at leiga, fær Pálshøll fyri einki.

Og kommunan letur 300.000 kr. í stuðli um árið. 

Spyr um marghøllina

Fíggjarmálaráðið spurdi eisini kommununa um marghøllina, sum skal byggjast í Vági.

Marghøllin hjá Vágs ítróttarráði er mett at kosta 14 milliónir krónur, og kommunan rindar 4,2 milliónir av teimum.

Kommunan skal harafturat leiga marghøllina fyri eina millión krónur um árið í 15 ár, stendur í svarinum til Fíggjarmálaráðíð.

Fíggjarmálaráðið hevur eisini spurt Vágs kommunu, um tveir grunnar ella sjálvsognarstovnar, Pálshøll og Vágs Ítróttarráð, hava fíggjarligt samband við Vágs kommunu. 

Fíggjarmálaráðið vil hava vitan, sum kann brúkast til at viðgera, um talan er um kommunalt virksemi, sum eigur at vera við í roknskapinum hjá kommununi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610