Kanningararbeiðið byrjað

Kanningararbeiðið byrjað
Løgreglan er longu farin í gongd við at kanna orsøkina til eldin á Varðanum Pelagic
Løgreglan er longu byrjað at gera fyrstu kanningarnar eftir eldsbrunan á Varðanum Pelagic fríggjadagin
Mynd: Lesaramynd  
 
10.06.2017 - 10:18

Løgreglan er longu byrjað at gera fyrstu kanningarnar eftir eldsbrunan á Varðanum Pelagic fríggjadagin. Tað sigur Jaspur Vang, økisleiðari hjá løgregluni í Suðuroy.

Tær fyrstu avhoyringarar eru longu gjørdar, og løgreglan hevur tosað við fólk. Tað segði Jaspur Vang, økisleiðari, millum annað við útvarpið klokkan 10 í morgun.

Kanna brandstaðið seinni

Seinni í dag fer løgreglan at kanna brandstaðið. Enn er ov tíðliga at siga, hví eldur kom í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic, fríggjamorgun, sigur løgreglan.

Trygdarfrástøðan er framvegis 300 metrar. Klokkan 11 fara myndugleikarnir á staðnum at geva nærri kunning um eldsbrunan á Tvøroyri.

Klokkan 11 verður eisini greitt, um trygdarfrástøðan uppá 300  metrar verður tikin burtur, og um fólk, sum máttu rýma frá húsum í gjár, sleppa aftur til húsa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065