Tikið av skránni hjá Landsrættinum

Tikið av skránni hjá Landsrættinum
Eystari landsrættur fer ikki at viðgera málið hjá einum kommunulækna, ið er dømdur fyri kynsligan ágang. Læknin hevur fingið sær nýggjan advokat
Tað verður ikki í august, at Eystari landsrættur fer at viðgera málið hjá kommunulæknanum, sum í Føroya rætti er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur í sambandi við læknakanningar
 
04.07.2017 - 13:54

Tað verður ikki í august, at Eystari landsrættur fer at viðgera málið hjá kommunulæknanum, sum í Føroya rætti er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur í sambandi við læknakanningar.

Málið er útsett. Eystari landsrættur hevði annars sett av fimm rættardagar, frá 17. til 23. august í ár. Orsøkin til útsetingina er, sambært ákæruvaldinum, at kommunulæknin hevur fingið sær nýggjan advokat, sum er danskur.

Hann hevur sent rættarlæknaráðnum nakrar spurningar um málið. Nakrar læknaligar kanningar av skaðanum, sum kommunulæknin hevði í hondini, skulu eisini gerast aftur at teimum, sum vórðu gjørdar, áðrenn málið var í Føroya rætti.

Óvist nær málið skal í Landsrættin

Málið skal kannast meira, og tað verður ikki liðugt í august. Tí er málið útsett. Eystari landsrættur er aftur í Føroyum um mánaðaskiftið oktober-november. Enn er óvist, um málið kemur á rættarlistan tá. 

Kommunulæknin fekk hálvt annað ára fongsulsrevsing í Føroya rætti. Harumframt misti hann læknaloyvið og skal rinda øllum kvinnunum endurgjald.

Hann gjørdi alt fyri eitt av at skjóta dómin inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming. Ákæruvaldið krevur harðari revsing og størri endugjald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297