USA: Vit svara aftur við hermegi um neyðugt

USA: Vit svara aftur við hermegi um neyðugt
USA kennir seg hótt av, at Norðurkorea ferð eftir ferð royndarskjýtur rakettir, sum møguliga kunnu raka USA
USA fer at brúka hermegi ímóti Norðurkorea um tað gerst neyðugt, sigur Nikki Haley, sendikvinna hjá USA í Sameindum tjóðum
Mynd: AP  
 
06.07.2017 - 11:39

Málið um rakettina, sum Norðurkorea royndarskjeyt fyrr í vikuni, er langt frá av, og nú hóttir USA við at nýta hermegi ímóti landinum, um Norðurkorea ikki makkar rætt.

USA kennir seg hótt av, at Norðurkorea ferð eftir ferð royndarskjýtur rakettir, sum møguliga kunnu raka USA. Trygdarráðið hjá ST hevur samtykt, at Norðurkorea ikki skal fremja royndarspreingingarnar.

SÍ EISINI Norðurkorea tætt við at hótta USA

USA fer at gera tað sum er neyðugt fyri at loysa málið, sigur Nikki Haley, sendikvinna hjá USA í ST. Landið er til reiðar at nýta allar møguleikar fyri at verja seg sjálvt og síni sameindu, gjørdi hon greitt mikukvøldið.

- Vit hava hermegi sum kann gera tað, men fyribils fara vit at halda fram við øðrum royndum, gjørdi hon greitt. Samstundis tosa USA og Frakland um at herða tiltøkini ímóti Norðurkorea, ST hevur samtykt.

Men Rusland sigur seg vera ímóti harðari tiltøkum. Sama sjónarmið hevur Kina, sum ikki heldur at amerikanska trýstið á Norðurkorea fer at hava nakrar batar við sær.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983