Grótgarður í Skopun er dýrur

Grótgarður í Skopun er dýrur
Uttasti grótgarðurin í Skopunar havn kostar framvegis landinum pengar, tá nógv brim er
 
09.07.2017 - 11:16

Uttasti grótgarðurin í Skopunar havn, á Bergi, sum varð gjørdur í 1990, kostar framvegis landinum pengar, tí grót haðani fer í siglingarrennuna, tá nógv brim er. Neyðugt var at rudda rennuna í 2014 og í 2015 og nú er aftur neyðugt at fáa grót úr siglingarrennuni.

Landsverk hevur fingið tilboð, og arbeiðið kostar 1,8 mió. kr. Landsverk hevur 600.000 kr., so neyðugt er at biðaj um 1,2 mió. kr. í eykajáttan. Hon kann ikki bíða til eftir ólavsøku, so í morgin ári fer Fíggjarnevndin at viðgera fíggjarnevndarskjal frá landsstýrismanninum í samferðslumálum. Arbeiðið í Skopun má gerast á hásumri og tað er nú í juli.

Seinastu árini hevur Landsverk kannað innsiglingina til Skopunar havn á hvørjum ári, og í ár vísir kanningin, sum nýliga varð gjørd, at nógv grót aftur er skolað frá grótkastinum uttan fyri molan á Bergi í innsiglingina. 

Longu nú er ringt hjá Teistanum at brúka havnina, tá veðrið er vánaligt, tá nógvur streymur er, ella stór fjøra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391