Mest skal smíða havrannsóknarskipið

Mest skal smíða havrannsóknarskipið
Neyðugt verður at leggja uppskotið um størri játtan til havrannsóknarskipið, tí málið datt burtur í farnu tingsetu
Gongst sum ætlað, fær Magnus Heinason avloysara í 2020
 
31.07.2017 - 13:27

Nýggja havrannsóknarskipið skal vera liðugt í 2020, og skipasmiðjan Mest skal smíða skipið.

Tað verður upplýst í fylgiskjølum frá Fiskimálaráðnum til løgmansrøðuna.

Havrannsóknarskipið fer at kosta 300 milliónir kr.

Men neyðugt er fara í løgtingið við einum nýggjum uppskoti um størri játtan til verkætlanina, tí uppskotið, sum lá í tinginum, datt burtur, tá tingið varð sent til hús.

22 mió. kr. í stuðli til Mest

Byggikostnaðurin varð mettur til slakar 277 milliónir kr., men haraftrat skal Mest hava góðar 22 milliónir kr. í stuðli úr landskassanum at byggja havrannsóknarskipið.

Sambært lóg um studning til skipasmiðjur eiga skipasmiðjur at fáa átta prosent av sáttmálaprísinum í stuðli.

Tá fíggjarnevndin viðgjørdi málið í farnu tingsetu, fekk hon at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at tað er ein tryet fyri sáttmálanum millum Mest og Fiskimálaráðið, at Mest fær henda stuðulin.

Og hesum tók fíggjarnevndin undir við.

Men málið datt burtur, tá tingið varð sent til hús, og tí noyðist landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at koma aftur í tingið við uppskoti um størri játtan til til havrannsóknarskipið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542

Annað frá KVF