Fáa minni í rentu men gjalda meira fyri ómakin

Fáa minni í rentu men gjalda meira fyri ómakin
Grundraksturin batnaður 136 prosent, tí innlánsrentur eru lækkaðar, og ómaksgjøld eru hækkað
Sparikassin í Suðuroynni hevði eitt sera gott hálvár. Útlánini fóru upp í 572 mió. kr. og innlánini upp í 742 milliónir.
 
29.08.2017 - 07:22

Í Suðuroyar sparikassa eru tey sera væl nøgd, nú fyrra hálvár er farið afturum.

Yvirskotið fyri skatt er 1,1 millión kr., 20 prosent betri enn í fjør.

Sparikassin væntar, at góða gongdin heldur fram. 

Úrslitið fyri alt árið verður 2,4 mió. kr. fyri skatt. 

Færri rentur og hægri gjøld

Útlánini eru økt trý prosent, men innlánini eru vaksin tað dupulta í prosentum, seks prosent.

Vøksturin í útlánunum er í høvuðsheitum til sethús, og innlánini serliga til kontur uttan uppsøgn. 

Suðuroyar sparikassi hevur í fyrra hálvári lækkað innlánsrenturnar og hækkað ómaksgjøldini. 

Hetta gjørdi grundraksturin heili 136 prosent betri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114