Fara nú at seta nýggjan stjóra í Betri

Fara nú at seta nýggjan stjóra í Betri
Nú verður farið í gongd við arbeiðið at seta nýggjan stjóra fyri PF Betri, sum fyrr æt TF Holding. 
 
23.09.2017 - 15:38

Umsóknarfreistin var í gjár, men Birgir Nielsen, nevndarformaður í PF Betri, vil ikki siga hvussu nógvar umsóknir eru til starvið, hann vil heldur ikki siga hvussu nógvir menn ella kvinnur søktu, og um bæði føroyingar ella útlendingar hava søkt.

Vit hava fleiri evni, sigur nevndarformaðurin, sum sigur, at farið nú verður undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra. Birgir Nielsen vónar, at nýggi stjórin fyri PF Betri er settur fyrsta desember ella fyrsta januar.

Betri skal hava nýggjan stjóra, eftir at Súni Schwartz Jacobsen fór úr Betri samtakinum í summar.

PF Betri er eitt av størstu samtøkunum í Føroyum. PF Betri er móðurfelag í Betri samtakinum, og dótturfeløgini eru Betri Trygging, Betri Pensjón, Betri Banka og Betri Heim, sum er dótturfelag hjá Betri Banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329