Føroya Tele villleiddi fólk. Sektin er 50.000 kr.

Føroya Tele villleiddi fólk. Sektin er 50.000 kr.
Brúkaraumboðið meldaði Føroya Tele fyri ov fáar upplýsingar í lýsingum um fartelefonir, tí hetta er ikki fyrstu ferð, felagið brýtur lógina
Brúkaraumboðið sendi Føroya Tele til fútan, tí hetta var ikki fyrstu ferð, lógin um marknaðarføring varð brotin.
 
16.10.2017 - 07:38

Fólk skulu vita, hvørjar allar gjaldstreytirnar eru, tá tey keypa sær fartelefon.

Føroya Tele hevur tí brotið lógina um marknaðarføring og skal gjalda 50.000 kr. í sekt fyri tað. 

Brúkaraumboðið skrivar, at Føroya Tele hevur góðtikið sektina.

Brúkaraumboðið gjørdi í vár Føroya Tele varugt við, at tvær lýsingar fyri fartelefonum kundu vera brot á lógina, tí nógvar kravdar upplýsingar ikki vóru við í lýsingunum.

Brúkaraumboðið sendi málið til fútan og bað hann ákæra Føroya Tele. 

Men fútin gav Føroya Tele eitt sektaruppskot, sum var 50.000 kr. Tað góðtók Føroya Tele.

Fartelefonir

Málið er um lýsingar um fartelefonir.

Sambært lýsingunum bar til at rinda telefonina yvir 12 mánaðir. 

Men í lýsingunum var bara mánaðargjaldið og útgjaldið nevnt. 

Lógin krevur aðrar upplýsingar, sigur Brúkaraumboðið.

Ov fá tøl

Í fyrsta lagi skal standa, hvussu nógv vøran kostar í reiðum peningi. 

Í øðrum lagi skal lýsingin siga, hvussu nógv vøran kostar tilsamans.

Í triðja lagi skal standa, hvussu nógv, tað kostar at keypa vøruna upp á borg, í prosentum um árið og sum samlað upphædd.

Tók í egnan barm

Føroya Tele tók aðra lýsinga aftur og rættaði hina.

Men tað var ikki nóg mikið. 

Brúkaraumboðið sendi fútanum málið, tí Føroya Tele hevur fyrr brótið lógina um marknaðarføring og goldið sekt fyri tað. 

Ikki fyrstu ferð

Tað var í 2013, tá Føroya Tele fekk 40.000 kr. í sekt. 

Brúkaraumboðið hevur hevur viðgjørt fleiri mál viðvíkjandi Føroya Tele.

Í lógini um marknaðarføring stendur, at tilvitað, álvarslig og endurtikin brot verða revsað so hart, at tað veruliga er fyribyrgjandi, - tað er, at lógarbrotið ikki endurtekur seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209