Umstrítt val í Kenja í dag

Umstrítt val í Kenja í dag
Hetta er aðru ferð í tveir mánaðir, at forsetaval er í Kenja. Hægstirættur í landinum ógildaði fyrra valið orsakað av illgruna um óreglusemi.
Sitandi forsetin í Kenja, Uhuru Kenyatta
 
26.10.2017 - 08:11

Forsetaval er í Kenja í dag. Men tað er framvegis ivi um, hvussu valið skal ganga fyri seg, skrivar DR.

Í gjár heitti Raila Odinga, sum stillaði upp á fyrra valinum, á fólk um ikki at fara á val. Hann stillar ikki upp, tí tær nýskipanir, sum hann hevur kravt av valskipanini, ikki eru gjørdar. 

Sitandi forsetin, Uhuru Kenyatta, stillar upp aftur. Hini forsetavalevnini eru øll tey somu sum á valinum í august.

Kenyatta vann valið í august við 54 prosentum av atkvøðunum, men mótstøðumaðurin Odinga vísti fleiri ferðir á, at Kenyatta vann við valsviki. Sakførarin hjá Odinga sigur, at meira enn 5 miljónir atkvøður eru við í valsvikinum, og tí kravdi hann, at valið varð ógildað. Og Hægstirættur avgjørdi síðani at ógilda valið.

Ófriður í Kenja

Yvir 40 fólk hava latið lív í ófriði í Kenja eftir valið í august, og vandi er fyri samanbrestum í dag millum andstøðufólk og politiið. Politiið hevur boðað frá, at ongar mótmælisgongur eru loyvdar í dag.

Andstøðan hevur kravt, at valið bleiv útsett, men í gjár boðaði valnevndin í Kenja frá, at valið verður sum ætlað. Skuldi valið útsetast, var hetta nakað, ið skuldi viðgerast í hægstarætti. 

Ovasti dómarin í hægstarætti, David Maraga, boðaði í gjár frá, at tey kundu ikki viðgera umbønina um at flyta valið, tí ikki nóg mikið av dómarum vóru staddir í rættarbygninginum.

Málið kundi ikki viðgerast, tí bara tveir av sjey dómarum vóru til staðar. Orsøkirnar til at dómararnir vóru burtur, vóru nógvar og ymiskar. Ein kundi ikki møta, tí lívverji hennara varð illa særdur av skotum. Ein annar var sjúkur og staddur uttanlands. Ein fekk ikki fatur á flogferðaseðli til Nairobi og tveir høvdu ikki møguleika at møta, segði David Maraga.

Tað skulu vera í minsta lagi fimm dómarar í hægstarætti fyri at taka eina avgerð. Og tí bar ikki til at útseta valið.   


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044