Betri møguleikar at kanna doping í Føroyum

Betri møguleikar at kanna doping í Føroyum
Fimm føroyingar kunnu nú taka dopingroyndir í Føroyum
 
13.11.2017 - 18:48

Í oktober mánaða fingu fimm føroysk dopingeftirlitsfólk góðkenning, at taka dopingroyndir.

Dopingeftirlitsfólkini fingu frálæru í mannagongdum, sum eru tengdar at hesum arbeiði og stóðu sjálvi fyri dopingroyndunum, sum vóru tiknar herfyri.

Áður hevur Antidoping Danmark staðið fyri hesum royndum. Hetta hevur viðført, at arbeiðið ikki hevur verið nóg støðugt.

Føroysku dopingeftirlitsfólkini hava nú møguleika sjálvi at taka hesar royndir.

Higartil í ár eru 30 royndir tiknar av føroyskum ítróttafólkum - allar royndirnar hava verið negativar.

Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, fegnast um at dopingeftirlit nú kann fremjast av føroyskum eftirlitsfólki.

-Áður hava dopingroyndir bert verið tiknar tvær ferðir um árið. Nú hava vit møguleikan at fara meira málrættað út og hetta ger, at arbeiðið gerst meira støðugt og skipað”, sigur Petur Mittún.


Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676