Endurskoða hvørji skjøl eru í trúnaði og loynilig

Endurskoða hvørji skjøl eru í trúnaði og loynilig
Ikki greitt enn, um landsstýrismaðurin og løgmaður verða avhoyrdir fyri opnum durum
Avhoyringarnar hjá kanningastjóranum eru í Dómhúsinum.
 
08.12.2017 - 09:07

Fiskimálaráðið fer nú at endurskoða trúnaðarfrámerkingina á skjølunum, sum spurt verður úr, nú avhoyringar eru í kanningini um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og um eftirlitið hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni.

Høgni Hoydal skal spyrjast tann 19.desember og Aksel V. Johannesen tann 20.desember.

Enn er ikki greitt, um tær avhoyringarnar verða fyri opnum durum. 

"Í trúnaði"

Nógv skjøl hjá Fiskimálaráðnum, sum onnur ikki mugu fáa innlit í, tí tey hava stemplið "í trúnaði", eru orsøkin til, at avhoyringar hjá kanningarstjóranum hjá løgtinginum eru fyri afturlatnum durum.

Fimm embætisfólk í Fiskimálaráðnum eru avhoyrd. Skjølini eru grundarlag undir spurningunum. Spurt verður um innihaldið í teimum.

Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, sigur, at størri parturin av skjølunum hjá Fiskimálaráðnum eru trúnaðarskjøl.

Tí vil Fiskimálaráðið ikki, at avhoyringarnar hjá kanningarstjóranum eru almennar. Og tí sleppa tíðindafólk heldur ikki at hoyra tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815