Komu til ilnar um fiskivinnunýskipanina

Komu til ilnar um fiskivinnunýskipanina
Tveir mans í Klaksvík fáa bót fyri brot á politiviðtøkurnar, tí teir órógvaðu alt grannalagið, har teir skeldaðust í morgun
 
17.12.2017 - 09:49

Tveir mans í Klaksvík fáa bót fyri brot á politiviðtøkurnar, tí teir tíðliga í morgun vóru ógvuliga harðmæltir í miðbýnum í Klaksvík.

Menninir vóru komnir til ilnar um fiskivinnunýskipanina, sum varð samtykt hósdagin.

Teir vórðu so harðmæltir, at teir órógvaðu alt grannalagið, har teir skeldaðust, uttan tó at fara til hendurs.

Politiið metti teir vera somikið druknar, at tað nyttaði einki at tosa við teir, meir enn at sissa teir og fáa teir til hús. So teir fáa vitjan av løgregluni aftur í dag, og tá fáa teir bót fyri framferðina í Klaksvík í nátt.

Nógv fólk var í býnum kring landið í nátt, og neyðugt var at boðsenda onkrum sjúkrabili, men bert til smávgeis snuddir.

Annars var sum heild friðarligt, upplýsir løgreglan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688