Skrivstova til Etiska ráðið

Skrivstova til Etiska ráðið
Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við at seta Etiska ráðið og skipa skrivstovu til tað
 
20.12.2017 - 10:43

Eftir ætlan verður Etiska ráðið sett 1. januar, og so verður søkt eftir starvsfólki í hálva tíð at arbeiða fyri ráðið. Hetta verður gjørt í samráði við formannin í Etiska ráðnum. 

Heilsumálaráðið sigur, at væntandi verður starvsfólk sett og skrivstova skipað umleið 1. mars næsta ár.

Etiska ráðið er óheft í sínum virki, og tekur av egnum ávum almennar og prinsipiellar etiskar spurningar til viðgerðar sambært lógini um Etiskt ráð. 

Av tí at ráðið sjálvt ger av, hvørjir etiskir spurningar verða viðgjørdir, ber ikki til at siga, hvat fyrstu uppgávurnar verða, fyrr enn ráðið er sett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723