Trump hevur biðið um 111 milliardir til múrin

Trump hevur biðið um 111 milliardir til múrin
Hóast hann undir valstríðnum segði, at Meksiko skuldi rinda fyri múrin, so hevur amerikanski forsetin nú biðið lóggávutingið um pengarnar
Donald Trump biður nú lóggávutingið um fígging til múrin
 
06.01.2018 - 13:12

Donald Trump hevur nú biðið lóggávutingið í USA um slakar 18 millardir dollarar, tað eru 111 milliardir danskar krónur, næstu 10 árini til at fíggja múrin, sum skal reisast á markinum til Meksiko. Tað skrivar Wall Street Journal. Múrurin verður 1100 kilometrar langur.

Undir valstríðnum segði Trump annars, at Meksiko skuldi sjálvt rinda fyri múrin á markinum millum USA og Meksiko. Ætlanin er, at múrurin skal steðga ólógligu tilflytingini, og at forða fyri, at rúsevni verður flutt millum londini.

Trump biður um pengar, nú samráðingar eru um fíggjarlógina í USA.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086