360 myndir av øllum fjallatindum í Føroyum

360 myndir av øllum fjallatindum í Føroyum
Hiking.fo er farið undir at taka 360 myndir av øllum fjallatindum í Føroyum. Myndirnar eru gjørdar til teldur, teldlar, snildtelefon og VR-brillur.
Mynd: Hiking.fo  
 
26.01.2018 - 13:50

Nakrar fáar 360 myndir eru eru lidnar, og tær fyrstu 50 koma skjótt. Tær myndirnar, sum eru komnar á heimasíðna, eru myndir av nøkrum fjallatindum á Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Koltri og Hesti.

Trýst her fyri at síggja eina 360 mynd av Hæddini á Borðoynni. 

360 myndirnar eru serliga ætlaðar teimum føroyingum, sum ikki hava møguleika at fara í fjøllini orsakað av sjúku ella breki, og teimum gomlu, sum sita heima ella á ellisheimum. Tey hava so møguleika at sita framman fyri einum skíggja ella at seta seg við einum VR brillum og uppliva fjallatindarnar, sum vóru tey har, sigur Pól Sundskarð. 

Arbeiðið at skráseta allar fjallatindarnar við 360 myndum er drúgt, og væntandi eru allar myndirnar lidnar í 2019.

Allar hinar lidnu  360 myndirnar kunnu síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334