Russiskt ferðafólkaflogfar dottið niður

Russiskt ferðafólkaflogfar dottið niður
Eitt russiskt ferðafólkaflogfar datt niður fyrrapartin í russiska høvuðsstaðarøkinum, skrivar Rizau
 
11.02.2018 - 13:51

Flogfarið var á veg úr Moskva til Orsk, tá tað hvarv av radaranum, nærhendis býin Argunovo.

Tað er ikki greitt, hví flogfarið datt niður. Men fólk halda seg hava sæð, at eldur var í flogfarinum, tá tað datt niður, skriva fleiri altjóða miðlar.

Russiskir myndugleikar eru komnir framat vrakinum og fara nú at kanna, hvat hendi.

65 ferðafólk vóru við umborð, umframt manningina, sum taldi seks fólk. Eingin slapp frá vanlukkuni við lívinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485