Søkir eftir stjóra at umsita yvirtikin familjumál

Søkir eftir stjóra at umsita yvirtikin familjumál
Heilsu- og Innlendismálaráðið søkir eftir fakligum stjóra til familjumálini, sum verða yvirtikin á ólavsøku
Ríkisumboðið umsitur familjumálini til á ólavsøku, tá tey verða yvirtkin.
 
20.02.2018 - 07:09

Søkt verður nú eftir fakligum stjóra til Familjufyrisitingina hjá landsstýrinum.

Á ólavsøku í ár verður málsøkið persónsrættur, húsfólkarættur og arvarættur yvirtikið.

Familjumál, sum Ríkisumboðið umsitur, verða flutt til landið og skipað undir Familjufyrisitingini. 

Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum lýsir starvið leyst, væntar millum annað, at umsøkjarar eru løgfrøðingar.

Fyrsta uppgávan hjá fakliga stjóranum verður at byggja upp føroysku Familjufyrisitingina og tryggja, at starvsfólkini hjá Ríkisumboðnum verða smidliga flutt til Familjufyrisitingina. 

Ein týðandi uppgáva verður eisini at tryggja eina framhaldandi talgilda og nýmótans umsiting. 

Freistin at søkja starvið sum fakligur stjóri á Familjufyrisitingini er til 7.mars, og stjórin skal byrja 1.apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. oktober
Andaktin
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120