Eingin tekin um vápnahvíld í Sýria

Eingin tekin um vápnahvíld í Sýria
ST-trygdarráðið samtykti einmælt leygardagin, at 30-daga vápnahvíld sum skjótast skal lýsast uttanfyri Damaskus, so neyðhjálp kann flytast til øki
 
26.02.2018 - 08:55

Leygardagin samtykti ST-trygdarráðið einmælt at 30-daga vápnahvíld sum skjótast skal lýsast í økinum, har uppreistrardeildir hava valdið, - uttanfyri sýriska høvuðsstaðin Damaskus, - so at neyðhjálp kann flytast til økið, og at sjúk og særd kunnu flytast burtur.

Men í gjár vóru eingi tekin um vápnahvíld. Skotbardagar vóru, og sambært felagsskapinum SOHR lótu í minsta lagi 14 fólk lív í gjár, - teirra millum trý børn.

Í seinastu viku doyðu 530 sivilfólk í álopum frá sýriskum bumbuflogførum og herdeildum í Eystur-Goutha. 130 av teimum deyðu vóru børn, sigur SOHR.

Um vikuskiftið vórðu eisini harðir samanbrestir. Í minsta lagi 13 hermenn hjá sýrisku stjórnini og seks uppreistrarfólk frá Jaish al-Isla-bólkinum, doyðu í syðra parti av uppreistrarøkinum.

Ein av leiðarunum í Jaish al Isla, Mohammed Alloush, váttar fyri AFP, at bardagar hava verið í økinum.

Sambært heilsustarvsfólkum í Eystur-Goutha, doyði eitt barn, eftir at tað hevði andað okkurt slag av gassi í seg, og 13 onnur eru í viðgerð, tí tey hava ilt við at anda.

Verjumálaráðið í Moskva sigur, at uppreistrardeildir skipa álopini sum eina roynd at fáa lond í Vesturheiminum at leggja uppí.

- Leiðararnir fyri vápnaðu bólkunum leggja til rættis álop við eiturevnum fyri at kunna skuldseta stýrið fyri at brúka evnafrøðilig vápn, stendur í fráboðan frá russiska verjumálaráðnum.

Men tað er í morgun framvegis ivasamt, nær vápnahvíld verður.

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og franski forsætisráðharrin, Emmanuel Macron, tosaðu ígjár við russiska forsetan, Vladimir Putin, og heittu á hann um at leggja stórt trýst á sýriska forsetan, Bashar al Assad, um í stundini at steðga álopunum móti Eystur-Ghouta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262