Kinesiski forsetin ávarar separistar

Kinesiski forsetin ávarar separistar
Xi Jinping hevur hildið eina eldhugaða tjóðskaparliga røðu fyri kinesiska parlamentinum, har hann lýsti Kina sum eitt rísandi altjóða stórveldi
 
20.03.2018 - 09:51

BBC endurgevur úr røðuni, har kinesiski forsetin segði, at "felags vónin hjá øllum kinesarum" er at gerast ein "fullkomin eind". Einhvør roynd at seta kílar millum fólkið "er dømd at miseydnast", segði forsetin.

Røðan var eisini ein ávaring til øll loysingarsinnað í tildømis Taiwan og Hong Kong.

Forsætisráðharrin, Li Keqiang segði annars á tíðindafundi, at Kina tekur sínar skyldur í álvara í altjóða samstarvi og samhandli.

Hann lovaði, at Kina fer at lata búskapin enn meira upp og "tryggja, at bæði útlendskar og kinesiskar fyritøkur" kunnu "kappast á jøvnum føti á stóra kinesiska marknaðinum".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523