Útstykking í Miðvági

Útstykking í Miðvági
Vága kommuna kann í næstum bjóða 17 grundøki út, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Nýggj grundstykki skulu millum annað gerast á Olivarsvegi, sum víst á myndini
Mynd: Kortal.fo  
 
19.04.2018 - 11:13

Nú er farið í gongd við seinasta byggistig til útstykkingina við Olivarsveg og Dagmarsgøtu í Miðvági.

Í fyrra byggistigi eru vegir og leiðingar gjørdar til í alt 13 grundøki. Við hesum arbeiðinum verða 4 grundøki løgd afturat, og kann Vága kommuna tí í næstum bjóða 17 grundøki út, skrivar kommunan á heimasíðuni.
.
Bíðilisti er til at keypa grundøki í Miðvági, og kommunan væntar at øll stykkini verða seld beinanvegin.

Fyrra byggistig varð avhendað ein góðan mánaða áðrenn tíð, og seinna byggistig verður væntandi liðugt um hálvan juni, sæst á heimasíðuni hjá Vága kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961