Rakettálop í Sýria

Rakettálop í Sýria
Fleiri rakettálop vóru ígjárkvøldið og í nátt móti sýriskum herstøðum í Hama og Aleppo landslutunum. Tað upplýsir almenna sýriska sjónvarpið.
Skíggjamynd frá Twitter
Mynd: Twitter  
 
30.04.2018 - 11:13

Sýriski mannarættindafelagsskapurin, SOHR, upplýsir, at 26 hermenn hjá sýrisku stjórnini eru dripnir. Flestu teirra er iranar, tó eru fýra sýrar eisini dripnir.

SOHR hevur eftirlit við støðuni í Sýria gjøgnum  keldu-netverk í landinum.

Iran eins og Russland stuðlar stríðnum hjá sýriska forsetanum, Bashar al Assad, móti uppreistrardeildum.

Enn hevur eingin tikið ábyrgd fyri álopunum. 

Ísraelski fjølmiðilini, Haaretz, skrivar, at miðlar hjá sýrisku uppreistrardeildunum leggja Ísrael undir at hava skipað fyri álopunum.

Sýriska blaðið, Tishreen, endurgevur óváttaðar upplýsingar um, at rakettirnar eru skotnar frá eini herstøð í Jordan, sum USA og Bretland reka.

SOHR skrivar, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fáar tímar undan álopunum umrøddu iranska virksemið í økinum, sum elvir til ófrið.

Í gjár segði ísraelski verjumálráðharrin, Avigdor Lieberman, at Ísrael uttan at ivast hevði brúkt stóra hermegi um nakar hevði lopið á landið.

- Vit hava ongar æltanir um at leypa á Russland og leggja okkum út í innanhýsis sýrisk viðurskifti. Men um nakar heldur, at tey kunnu skjóta rakettir ella leypa á Ísrael ella okkara flogfør, so svara vit aftur, og okkara svar verður ógvusligt, segði hann, sambært Haaretz.

Á Twitter hava brúkara lagt filmsbrot frá álopinum: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713