Sáttmálin aftur longdur

Sáttmálin aftur longdur
Partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum hava aftur longt sáttmálan til á miðnátt.
 
08.05.2018 - 07:47

Sáttmálin millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag er longdur eina ferð enn, hesa ferð til á midnátt í kvøld.

Partarnir fóru aftur at samráðast í gjár kl.10.00 eftir ein steðg um vikuskiftið.

Fríggjadagin varð sáttmálin longdur til á midnátt í gjárkvøldið. 

Sáttmálin millum Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini fór úr gildi 1.mai, men partarnir hava enn einaferð longt sáttmálan, hesaferð til á miðnátt í kvøld.

Hetta er sætta ferðin, feløgini leingja sáttmálan, síðani hann fór úr gildi.

Samráðingarnar halda fram í dag klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775