- Tíðindi, mentan og ítróttur
16 palistinar dripnir í Gaza
16 palistinar eru dripnir í Gaza í da. Tíðindastovan, AFP, skrivar, at palistinarnir lótu lív í samanbrestum við ísrealsku hermegina á markinum millum Gaza og Ísrael, har ófriðarligt hevur verið fyrrapartin.
Samanbrestirnir verða settir í samband við, at tað í dag eru liðin 70 ár, síðani ríkið Ísrael varð stovnað, og samstundis flytur amerikanska sendistovan í Telaviv til Jerusalem.
Høvdu væntað ófrið
Eygleiðarar høvdu roknað við ófriði og samanbrestum, tí amerikanska stigið at flyta sendistovuna til Jerusalem verður mett sum ein provokatión.
Seinni í dag fer amerikanski forsetin, Donald Trump, at halda sjónvarpsrøðu fyri 800 innbodnum gestum, og tá hátíðarhaldið er, fer USA at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað - býin, sum kristin, muslimar og jødar hava stríðst um í meira enn túsund ár.
Jerusalem hevur í áratíggju verið miðdepil í stríðnum millum Ísrael og palestinarar.
Trump viðurkennir Jerusalem
Higartil hevur Jerusalem verið býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið, men í desember í fjør avgjørdi Donald Trump at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv til Jerusalem, samstundis sum USA fór at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað.
Altjóða samfelagið við ST á odda sigur, at støðan hjá Jerusalem skal avgerast við samráðingum millum partarnar, og onnur lond hava tí havt sínar sendistovur í Telaviv.
Hundraðtals fólk fingið skaða
Umframt at 16 fólk hava latið lív í samanbrestum millum palistinsk mótmælisfólk og ísrelsku hermegina hava okkurt um 500 fólk fingið skaða. Sambært AFP eru í minsta lagi 69 fólk rakt av skotum.
Samráðingarleiðarin hjá PLO, Saeb Erekat, hevur heitt á diplomatar í øllum londum um at boykotta hátíðarhaldið á amerikansku sendistovuni í Jerusalem í dag.
Og leiðarin í Hamas-rørlsuni, Yahya Sinwar, hevur gjørt greitt, at fleiri hundrað túsund palestinar fara at ganga kravgongu úr Gaza til Jerusalem.
Føðingardagshald á Vaglinum
70 ára føðingardagurin hjá Ísrael verður eisini hildin í Føroyum.
Í kvøld klokkan hálvgum seks verður skipað fyri tiltaki á Vaglinum í Havn.
Svenning av Lofti og ísraelsmaðurin, Avi Lipkin, fara at halda røðu, og sangur verður eisini á skránni.