USA skal hava rúmdarherlið

USA skal hava rúmdarherlið
Donald Trump, hevur givið boð um at manna eitt rúmdarherlið, sum part av amerikanska herinum. Hann vil hava, at USA stýrir í rúmdini
 
19.06.2018 - 10:21

- Tað er ikki nóg mikið við amerikanskari nærveru í rúmdini. Vit skulu stýra í rúmdini. Vit vilja hava eitt amerikanskt flogvápn og rúmdarlið hvørt sær. Tað hevur stóran týdning, sigur Trump.

USA er partur av altjóða rúmdaravtaluni, sum bannar londum at goyma hópoyðingarvápn úti í rúmdini. Avtalan loyvir bert at brúka mánan og aðrar himinknøttar til friðarlig endamál. 

Boðini frá Trump eru seinasti liður í æltanunum hjá Trump-umsitingini at fáa meira at vita um rúmdina.

USA miðar eftir at senda robottar til mánan longu næsta ár fyri at fyrireika nýggjar astronautferðir til mánan, upplýsti ein tænastumaður á rúmdarstovninum, NASA ígjár.

Í desember skrivaði Trump undir eina samtykt, sum sambært Trump aftur loyvir astronautum at fara til mánan. Og ein túrur til gongustjørnina Mars er eisini ein møguleiki.

Í mai heitti Trump á stjórnina um at kanna lóggávuna fyri handilsligar rúmdarferðir.

Amerikanarar lendu á mánanum fyrstu ferð í 1969 eftir nærum 10 ára drúgva kapping millum Washington og Moskva.

Síðani tá hava amerikanarar kannað rúmdina við fjarstýrdum rúmdarskipum við ongari manning.

Aðrir amerikanskir forsetar hava eisini fleiri ferðir arbeitt við ætlanum at senda astronautar aftur til mánan.

Í 2004 segði George Bush, at menniskjað fór aftur til mánan í 2020. Seinni segði Barack Obama, at USA fer at senda fólk til Mars í 2030'unum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115