NSÍ tapti stórt

NSÍ tapti stórt
Tað gekk ikki gott hja NSÍ, sum í gjár spældu dyst ímóti skotska Hibernian í Europa Leauge-kappingini.
Skíggjamynd
Mynd: HIBS TV / Youtube  
 
13.07.2018 - 15:05

Úrtøkan hjá føroysku liðunum var misjøvn í gjár, tá annað umfar í fótbóltskappingini Evropa League, varð spælt í gjár.

NSÍ var á útivølli og spældi móti skotska felagnum Hibernian úr Edinburgh. 

Munurin á liðunum sást væl tá samanumkom, tí úrslitið gjørdist ein stórsigur á 6-1 til Hibernian.

Málið hjá NSÍ skeyt Petur Knudsen uppá beinleiðis fríspark í seinna hálvleiki. 

Útlitini hjá NSÍ at fáa eitt líkinda úrslit versnaðu nógv longu í fyrra hálvleiki, tá verjuleikarin Einar Tróndargjógv fekk beinleiðis reytt kort.

Samandráttur av dystinum sæst tí videobrotinum niðanfyri: 

Seinnu dystirnir verða spældir komandi hóskvøld. Tá fer B36 til Montenegro at spæla og NSÍ tekur ímóti Hibernian á Svangaskarði á Toftum.

Í Gundadali spældi B36 móti OFK Titograd úr Montenegro. Úrslitið var ein málleysur javnleikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595