Vil hava fakfelagsfrámerki til matstovur í Føroyum

Vil hava fakfelagsfrámerki til matstovur í Føroyum
Forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag heldur, at matstovur skulu hava frámerki, sum siga, um starvsfólkið arbeiðir undir skipaðum viðuskiftum.
 
24.08.2018 - 11:04

Matstovur eiga at hava ein frámerki, sum sigur, um starvsfólkið arbeiðir undir skipaðum viðurskiftum. Tað sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag við Dimmalætting í dag.

Hetta er ein skipan, sum vit kenna niðri frá, og sum hevur verið uppi at venda her heima fyrr, og nú vil forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelagið aftur hava hesa skipan a skrá.

Við ferðavinnuni er talið av matstovum og skeinkistøðum støðugt vaksandi, og nógv ung, sum arbeiða í hesi vinnu, eru ikki limir í nøkrum fakfelag. 

Dimmalætting tosar í dag við Vígdis Johannesen forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag og Pætur Niclasen, formann í S&K felagnum. 

Ein afturvendandi trupulleiki á støðum uttan sáttmála er til dømis frítíðarlønin. Tey ungu fáa til dømis eina upphædd og boð um, at hetta er við øllum. Men tey skulu hava feriupengar - 12 %, sum skulu í frítíðargrunnin at rinda út seinni, sigur Pætur Niclasen, formaður í S&K felagnum. 

Tað kemur eisini meira enn so fyri, at tey ungu ikki fáa løn fyrstu vikuna, tí tað skal eitast at vera upplæring. Men tað gongur ikki, tey skulu hava løn beinanvegin, men hetta er typiskt nakað, tey ikki vita nakað um, sigur Pætur Niclasen.

Vígdis Johannesen sigur við Dimmalætting, at alsamt fleiri í vinnuni melda seg inn í fakfeløg.

- Ung fólk skulu ikki vera bangin fyri at melda seg inn í eitt fakfelag, tí mínar royndir eru, at viðurskfitini laga seg. Men tað koma javnan ungfólk til okkum, sum ikki eru limir og klaga um ymisk virðuskifti, so sum manglandi eftirløn. Vit venda okkum tá til arbeiðgsgevaran, og tá plagar alt at laga seg, sigur Vígdis Johannesen við Dimmaælætting. 

Tey stóru støðini hava sum oftast síni viðurskfiti í lagi, sigur Pætur Niclasen. Trupulleikin er oftast á smáum matstovum og skeinkistøðum sambært honum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961