Løgreglumaður skal 15 ár í fongsul

Løgreglumaður skal 15 ár í fongsul
Amerikanski løgreglumaðurin, sum herfyri varð funnin sekur í at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring, er dømdur 15 ára fongsul.
 
30.08.2018 - 09:26

Ein løgreglumaður í amerikanska býnum Dallas í statinum Texas er dømdur 15 ára fongsul fyri at hava dripið ein óvápnaðan, svartan tannáring í einum bili nærindis Dallas í apríl í fjør.

Frammanundan var Roy Oliver funnin sekur í ákæruni at hava dripið 15 ára gamla Jordan Edwards. 

Nevningarnir í rættinum í Dallas vístu uppáhaldinum hjá løgreglumanninum aftur. Hann segði, at hann skeyt 15 ára gamla Jordan Edwards, tí ein starvsfelagi var í vanda.

Men starvsfelagin hjá Roy Oliver, Tyler Cross, segði í rættinum, at hann kendi seg ongantíð hóttan. 

Roy Oliver starvast ikki longur sum løgreglumaður.

Málið er óvanligt, tí tað er sjáldsamt, at amerikansk løgreglufólk verða dømd fyri dráp. 

Síðani 2005 eru bara seks løgreglufólk dømd sek fyri dráp, meðan tey vóru til arbeiðis. 

Fýra av dómunum eru seinni broyttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365