- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umsitingin vil hava Trump frá
Eitt ónevnt starvsfólk skrivar í eini tíðargrein í New York Times, at umsitingin hjá Donald Trump stúrir so nógv fyri óútrokniliga atburðinum hjá forsetanum, at roynt verður at máa støðið undan forsetanum.
Víst verður á eina serliga grein í grundlógini, sum kann setast í verk til tess at koyra ein forseta frá, sum ikki røkir uppgávu sína.
Henda greinin kom í grundlógina í 1967, og hon skuldi tryggja, hvat skal henda í eini kreppustøðu, sum tók seg upp, tá John F. Kennedy, forseti, varð myrdur í 1963.
Eitt nú varð henda greinin nýtt, tá Gerald Ford, varaforseti, tók við sum forseti eftir Richard Nixon, ið legði frá sær í kjalarvørrinum av Watergate-gøluni.
New York Times skrivar, at tað er óvanligt, at blaðið prentar eina tíðargrein, sum ein ónevndur persónur skrivar.
Men í hesum førinum verður tað gjørt til tess at verja samleikan hjá viðkomandi, og tí vandi er fyri, at viðkomandi missir starvið.
- Trump skilir ikki, at nógv embætisfólk í umsitingini arbeiða fyri, at hann skal leggja frá sær. Eg eri sjálvur millum teirra, verður sagt í tíðargreinini.
Ónevndi høvundurin skrivar eisini, at embætisfólkini umhugsa at gera serligu greinina í grundlógini virknað.
Greinin sigur, at ráðharrar kunnu koyra forsetan frá, verður forsetin ikki hildin at røkja sínar skyldur í embætinum. Í einum slíkum føri tekur varaforsetin við forsetaembætinum.
Donald Trump, forseti, var skjótur at gera viðmerkingar til greinina í New York Times.
Hann spyr, um ónevndi høvundurin veruliga starvast í Hvítu Húsunum, ella um New York Times aftur, sum forsetin tekur til, hevur brúkt eina falska keldu?
- Er persónurin til, eigur New York Times at útflýggja viðkomandi til stjórnina alt fyri eitt - av trygdarávum, skrivar Donald Trump.
Talskvinnan í Hvítu húsunum, Sarah Sanders, sigur, at tann, sum hevur skrivað tíðargreinina í New York, er ein ræðuskítur, og hon krevur, at viðkomandi leggur frá sær.