Rør fram undir at MI6 avlurtaði Føroyar og Danmark

Rør fram undir at MI6 avlurtaði Føroyar og Danmark
Fyrrverandi bretski sendiharrin og núverandi politiski aktivisturin, Craig Murray, sigur, at hann legði ráð um avlurting við fregnartænastuni
Umstríddi fyrrverandi bretski sendiharrin Craig Murray, sum nú er politiskur aktivistur, rekur fram undir, at føroyska og danska sendinevndin vórðu avlurtaðar av MI6 í 1991.
Mynd: AP  
 
05.10.2018 - 14:24

- Undir tingingunum um sjómarkið millum Hetland og Føroyar í 1991 fann eg persónliga uppá eina ætlan saman við MI6 um at lata ein white-board-penn við fjaldari mikrofon liggja eftir í fundarrúminum í danska Uttanríkisráðnum, har danska og føroyska sendinevndin fyrireikaðu seg.

Soleiðis skrivar fyrrverandi bretski embætismaðurin og sendiharrin, Craig Murray á sínum twitter-vanga í dag.

Murray skrivar í viðmerking á kjaktráðnum undir hesi dagføringini, at hann hetta tíðarskeiðið undir tingingunum millum Bretland, Danmark og Føroyar í 1991 var leiðari á maritimu deildini í bretska Uttanríkisráðnum.

 

Craig Murray er ein umstríddur persónur, sum tók stigið frá at vera sendiharri til at gerast varskógvari og hvassur andstøðingur til bretsku stjórnina.

Tildømis skrivaði hann á bloggi sínum, tá fyrrverandi russiski njósnarin, Sergej Skripal og dóttir hansara vórðu eitrað við novichok-nervaeituri í Salisbury:

- Mainstream-miðlarnir vísa okkum tann eina serfrøðingin fyri og annan eftir, sum vil vátta hvatsumhelst, ið tørvur er á, fyri at fáa seinastu villu anti-russisku søguna hjá (bretsku, red.) stjórnini at passa.

Í gjár og í dag hava fíggindalig russisk cyberálop staðið ovast á breddanum í alheims miðlum. Bretland, USA, Niðurlond, Sveis og Brasilia ákæra Russland fyri njósning og telduálop.

Í Kreml nokta tey ákærurnar. 

Talan er um vesturlendska njósnara- og Russlandsfobi, eru boðini úr Moskva.

Craig Murray skrivar speiskliga um aktuellu ákærurnar móti Russlandi undir síni dagføring um avlurting av føroysk-donsku sendinevndini í 1991:

- At vera skelkað av, at russarar gera tað, eins og tað er nakað serligt, tað er tápuligt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488