B68 nærkast Betrideildini

B68 nærkast Betrideildini
B68 vann sera týdningarmiklan sigur í kvøld, og er nú bara eitt stig frá uppflyting
Mynd: B68.fo  
 
07.10.2018 - 20:03

Spenningurin er stórur, um tað verður eitt ella tvey feløg, sum flyta upp í bestu fótbóltskappingina hjá monnum.

ÍF hevur longu tryggjað sær uppflyting, og í dag tók B68 eitt týdningarmikið fet móti Betrideildini.

Toftamenn vóru á vitjan hjá KÍ, har tað eydnaðist B68 at vinna 2-1.

Úrslitið hevur við sær, at B68, sum í løtuni er á fjórða plássi, bara er eitt stig frá uppflyting, nú tveir dystir eru eftir at spæla.

Eydnast tað B68 at koma framum NSÍ ella KÍ, sum eru á ávikavist øðrum og triðja plássi, so spæla Toftamenn í bestu deildini komandi ár.

Støðan í 1.deild

1.ÍF 60 stig
2.NSÍ II 49 stig
3.KÍ II 49 stig
4.B68 48 stig
5.Víkingur II 36 stig
6.HB II 29 stig
7.Skála II 28 stig
8.B71 28 stig
9.Giza Hoyvík 23 stig
10. TB/FCS/Royn II 7 stig

Komandi dystirnir hjá NSÍ, KÍ og B68:

20.10.2018 KÍ II - TB/FCS/Royn
20.10.2018 B68 - B71
20.10.2018 NSÍ II - HB II
26.10.2018 HB II - KÍ II
26.10.2018 Víkingur II - B68
26.10.2018 Giza Hoyvík - NSÍ II

Úrslitini í 1.deild í dag

NSÍ II - ÍF 1-2
KÍ II - B68 1-2
Skála II - Giza Hoyvík 2-1
TB/FCS/Royn II - Víkingur II 0-7
HB II - B71 0-2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522