Merkel frá sum floksformaður

Merkel frá sum floksformaður
Angela Merkel váttaði á tíðindafundi í morgun, at hon ikki ætlar at stilla upp aftur sum floksformaður í CDU, tá formaður skal veljast í desember.
 
29.10.2018 - 12:54

Týski kanslarin, Angela Merkel, ætlar ikki at stilla upp aftur sum formaður í flokkinum CDU, tá nýggjur formaður skal veljast í desember.

Tað váttaði Merkel á einum tíðindafundi í morgun, skriva útlendskir miðlar.

CDU hevði um vikuskiftið vánaligasta valið í meira enn 50 ár á landspartavalinum í Hessen. Afturgongdin var 10 prosentstig í mun til seinasta val.

CDU hevur sitið við valdium í Hessen í 19 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493