- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lars Olsen ger tvær broytingar
Føroyska landsliðið hevði sína fyrstu venjing í høvuðsstaðnum í Aserbadjan, Baku, í dag.
Ein partur av venjingin var taktisk, og har bar til at fáa ábending um, hvørjir ellivu byrja ímóti Aserbadjan leygardagin.
Tað er longu greitt, at Jóan Símun Edmundsson, sum er skaddur, og Rene Shaki Joensen, sum hevur leikbann, ikki eru tøkir.
Út frá taktisku venjingini, sum Lars Olsen hevði í dag, bendi á, at Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen fara at byrja fyri teir báðar.
Tað eru framvegis fleiri dagar til dysturin verður, men í løtuni er hugsandi, at liðið kemur at síggja soleiðis út:
Gunnar Nielsen | málverji |
Gilli R. Sørensen | høgri vongverji |
Viljormur Davidsen | vinstri vongverji |
Atli Gregersen | miðverji |
Sonni Ragnar Nattestad | miðverji |
Odmar Færø | miðverji |
Hallur Hansson | miðvallari |
Rógvi Baldvinsson | miðvallari |
Brandur H. Olsen | miðvallari |
Sølvi Vatnhamar | miðvallari |
Klæmint A. Olsen | áleypari |
Sostatt verður uppstillingin hin sama, sum hon var ímóti Kosovo á Tórsvølli.
Rógvi Baldvinsson verður á verjukenda miðvøllinum, stuðlar av Halli Hansson, meðan Sølvi Vatnhamar og Brandur H. Olsen vera frammanfyri.
Tvey ivamál
Brandur H. Olsen og Sonni Ragnar Nattestad gjøgnumførdu ikki venjingina í dag. Báðir hava smáskaðar, sum hugt verður nærri at.
Tað verður tó í løtuni væntað, at báðir verða klárir til dystin ímóti Aserbadjan leygardagin.
Beinleiðis í sjónvarpinum
Dysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður leygardagin klokkan 17.00 í Baku. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá klokkan 16.30