Føroysku áskoðararnir heiðraðir

Føroysku áskoðararnir heiðraðir
Føroyar hava vunnið heiðursløn frá UEFA fyri bestu áskoðararnar í altjóða dystum
 
17.11.2018 - 08:54

Aftaná hvørt kappingarár letur UEFA tríggjar Fair Play heiðurslønir, og í ár hava Føroyar vunnið heiðurin fyri bestu áskoðararnar í altjóða dystum, bæði fyri landslið og feløg

- Hetta er sjálvandi ein stórur heiður, og tað eru vit sera errin og glað fyri.

Ein stór tøkk skal her frá ljóða til okkara framúr áskoðarar – tað eru teir, ið hava vunnið okkum hendan stóra og forkunnuga heiður, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Teir tríggir heiðrarnir, ið verða latnir, eru fyri Fair Play hjá áskoðarum, framstig síðani seinasta kappingarár, og samanlagt fyri Fair Play hjá spælarum, venjarahópinum og áskoðarum.

Tað er í samband við Fair Play hjá føroysku áskoðarunum, at Føroyar hava vunnið.

Í samband við allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atferð undir dystinum.

Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum.

Rasisma, nýtsla av fýrverki og annar ófriður telur niður. Mesta stigatal, ið eitt land kann fáa, er 10 stig.

Aftaná hvørt kappingarár verður síðani kunngjørt, hvat land hevur bestu áskoðararnar. Føroyar hava fingið 8.8.18 stig fyri teir seinastu 36 UEFA-dystirnar.

Tað var annars Finnland, ið endaði fremst, men av tí at finnar eisini gjørdust nummar eitt í samanløgdu kappingini fyri Fair Play, fór heiðurin, fyri bestu áskoðararnir, til Føroyar.

Virðislønin er ein peningaupphædd frá UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak. Næsta stig verður tí at finna fram til, hvat fyri Fair Play tiltak skal skipast fyri í Føroyum.

Klokkan 17.00 í dag spæla Aserbadjan og Føroyar í Baku. Fimm føroyskir áskoðarar hava ferðast longu leiðina til Aserbadjan at stuðla føroyska landsliðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715