Hálvur føroyingur útvístur fyri IS-samstarv

Hálvur føroyingur útvístur fyri IS-samstarv
Fyrrapartin varð ein 28 ára gamal maður dømdur at missa ríkisborgararættin, tí maðurin hevur verið í kríggj fyri yvirgangsfelagsskapin IS.
 
19.11.2018 - 14:52

Hægstirættur hevur fyrrapartin gjørt av, at ein 28 ára gamal maður skal missa sín danska ríkisborgararrætt, og at varandi innferðarbann verður galdandi fyri hann.

Maðurin, sum hevur verið í Sýria og kríggjast í parti við yvirgangsfelagsskapin IS, er hálvur tunesari og hálvur føroyingur.

Eystari landsrættur dømdi hann fýra ára fongsulsrevsing, og tann dómurin stebndur við. 

Hægstirættur hevur bara tikið støðu til spurningin um danska ríkisborgararættin hjá manninum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213