Danskar jarðarmøður undirgrava ljósmøðurnar

bannari
Danskar jarðarmøður undirgrava ljósmøðurnar
Tvær danskar jarðarmøður eru komnar at arbeiða á Landssjúkrahúsinum. Tær undirgrava verkfallið, staðfestir forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum.
 
25.11.2018 - 09:36

Klokkan trý í gjár herdi Ljósmøðrafelagið verkfallið, tá øll undantøk vórðu strikað.

Men árinið av herðingini var avmarkað, tí samstundis lendu tvær danskar jarðarmøður á flogvøllinum og fóru beint til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum. 

Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, harmast støðuna. 

- Vit mugu bara staðfesta, at ein vikarstova í Danmark ikki virðir verkfalsrættin hjá okkum, og hevur funnið tvær ljósmøður, sum ikki eru í nøkrum fakfelag, at koma til Føroya at arbeiða. 

Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum sigur, at felagið annars hevur tryggjað sær stuðul frá bæði tí danska og øðrum norðurlendskum ljósmøðrafeløgum undir verkfallinum. 

- Tað danska ljósmøðrafelagið hevur verið í samband við hesa vikarstovuna og aðrar danskar vikarstovur. Aðrar vikarstovur siga, at tær bróta ikki verkføll, men hendan her hevur so valt øðrvísi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688