Vænta at fáa 63 milliónir í skatti næsta ár

Vænta at fáa 63 milliónir í skatti næsta ár
Skuldin í Vágs kommunu hækkar 14 milliónir kr. næsta ár, tí kommunan yvirtekur Pálshøll
 
27.11.2018 - 09:36

Vágs kommuna væntar at fáa slakar 63 milliónir krónur í skatti næsta ár.

Persónsskatturin verður mettur til 42 milliónir krónur, partafelagsskatturin góðar tvær milliónir, og inntøkurnar frá eldraøkinum verða mettar til 16,7 milliiónir krónur.

Skattaprosentið verður óbroytt, 21,95, og barnafrádátturin verður eisini 4.500 krónur í 2019.

Vágs býráð samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2019.

Raksturin av tænastum, sum kommunan skipar sjálv og í samstarvi við aðrar kommunur í Suðuroynni, verður tilsamans 56,4 milliónir kr.

Vágs kommuna fer næsta ár at gera íløgur fyri 3,4 milliónir.

Skuldin veksur

Nettoskuldin hjá kommununi í løtuni er umleið 28,5 milliónir kr, men skuldin veksur næsta ár við umleið 14 milliónum, tí kommunan yvirtekur Pálshøll.

Tá verður nettoskuldin umleið 42 milliónir, ella umleið eina álíkning.

Næsta ár fer Vágs kommuna at rinda góðar tríggjar milliónir kr. aftur í skuld. 

Renturnar verða mettar til 300.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815