Danskar milliónir til ung í ríkisfelagsskapinum

Danskar milliónir til ung í ríkisfelagsskapinum
Forsætismálaráðíð hevur sett av 25 mió. kr. næstu fýra árini til at styrkja kunnleikan hjá teimum ungu í ríkisfelagsskapinum um hini bæði londini
Stuðulin til tey ungu varð samtyktur á ríkisfundinum í Føroyum í summar.
 
12.12.2018 - 07:03

Ung í Føroyum skulu vita meira um Danmark og Grønland.

Forsætismálaráðíð hevur sett av 25 mió. kr. næstu fýra árini til at styrkja kunnleikan hjá teimum ungu í ríkisfelagsskapinum um hini bæði londini í ríkinum. 

Hetta varð samtykt á ríkisfundinum í Føroyum í summar.

Og semja er nú gjørd um pengarnar í fólkatinginum. Teir koma í donsku fíggjarlógina fyri 2019.

Pengarnir skulu brúkast til námsferðir, stuðul til ung, sum fara í háskúla, heimildarfilmar, útbúgving og til kappingar um serritgerðir í hægri útbúgvingum.

Danska stjórnin fer eisini at royna at fáa kunnleika um ríkisfelagsskapin í danska fólkaskúlan, har kunnleiki um ríkisfelagsskapin skal verða kravdur. 

- Við vitan gera vit av við fordómarnar og styrkja samanhaldið, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053