Corbyn undir stórum trýsti

Corbyn undir stórum trýsti
Jeremy Corbyn, leiðari í bretska flokkinum Labour, sigur seg ikki stuðla einari nýggjari fólkaatkvøðu um Brexit. Tað hóvar ikki flokstinglimunum.
 
23.12.2018 - 17:10

Leiðarin í bretska flokkinum Labour, Jeremy Corbyn, er komin í andglettin, eftir at hann hevur sagt, at hann ikki stuðlar eini nýggjari fólkaatkvøðu um Brexit.

Corbyn hevur verið undir trýsti frá labour tinglimum og aktivistum at stuðla eini fólkaatkvøðu afturat um Brexit.

Men í eini samrøðu við The Guardian avdúkar hann, at hann heldur vil hava eina betri Brexit avtalu við ES enn eina nýggja fólkaatkvøðu.

Jeremy Corbyn hevur verið væl umtóktur millum ungar bretar, men nú vilja eygleiðarar vera við, at við hugburði hansara til Brexit er Labour flokkurin í vanda fyri at missa stóran part av sínum ungu veljarum.

- Jeremy Corbyn er í vanda fyri at svíkja og missa stuðulin frá milliónum av ungum og lesandi, sum næstan settu hann í forsætisráðharraembætið í fjør. [...] Vit fara ikki at gloyma ella fyrigeva politikarum, sum stuðla einum Brexit, sum avmarkar okkara lívsmøguleikar og ger okkum fátækari, sigur Richard Brooks, leiðari í einum stórum bretskum áhugafelagskapi fyri ung, sum vilja at Bretland verður verandi í ES.

Jeremy Corbyn hevur sjálvur sagt, at flokslimirnir í Labour skulu kunna ávirka hvønn politikk Labour skal hava í sambandi við Brexit, men at hansara uppskot í løtuni er at slíta við ES, men við eini betri avtalu enn henni Theresa May hevur gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527