Maduro tikin í eið

Maduro tikin í eið
Forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, verður í dag tikin í eið sum forseti til eitt nýtt seks ára skeið
 
10.01.2019 - 11:54

Nógv órógv er í Venesuela og millum grannalondini um forsetan, tí tvíhildið verður um, at forsetavalið ikki var rættvíst.

Millum annað hevur hægstirættardómarin, Christian Zerpa, gjørt av at flýggja til USA, tí hann sigur seg ikki kunna góðkenna forsetan av tí, at valsvik varð framt.

Eftir at Zerpa rýmdi, upplýsti hægstirættur í Venesuela, at ein kanning er sett í verk, tí illgruni er um, at hægstirættardómarin hevur gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, sum starvaðust á skrivstovuni.

Andstøðan í Venesuela mælir til at skipa eina fyribilsstjórn, og at forsetaval verður hildið av nýggjum.

Fleiri av grannalondunum funnust hvassliga at Maduro, tí hann ikki vildi góðtaka, at fleiri andstøðufólk stillaðu upp ímóti honum á forsetavalinum. Og at hann ístaðin setti tey í húsavarðhald, meðan valstríðið var.

Fleiri lond í latínamerika hava heitt á forsetan um ikki at taka við valdinum, tí tey siga seg ikki fara at góðkenna hann sum forseta.

Talan er um londini í sonevnda Limabólkinum, og tey eru: Argentina, Brasil, Kile, Kolumbia, Kosta Rika, Guatemala, Honduras, Meksiko, Panama, Paraguay, Peru, Guyana og Saint Lucia, umframt Kanada.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392