Brexit: Bretar flyta til Írlands

Brexit: Bretar flyta til Írlands
Samstundis sum órógv er í Bretlandi um Brexit, so vísa bæði fólk og fyritøkur Írlandi stóran ans, tí Írland verður verandi í ES
 
10.01.2019 - 12:14

Seinastu tíðina hevur Írland marknaðarført seg sum landið, ið fólk eiga at leita sær til, og tað hevur eydnast.

Bretar, sum eru í iva, vilja fegnir til Írlands, og í fjør fekk landið um 100.000 umsóknir um írskt pass. Tað er tvífalt so nógv sum undan fólkaatkvøðuni um Brexit í 2016.

Áhugin hjá stórum fíggjarfyritøkum at flyta úr London til Dublin er eisini vaksandi. Í løtuni hava írsku myndugleikarnir yvir 100 umsóknir liggjandi frá altjóða fyritøkum um at sleppa at virka í Írlandi, skrivar Financial Times.

Blaðið skrivar eisini, at fleiri stórar sakførarafyritøkur, ráðgevarafyritøkur og heilivágsfyritøkur hava søkt um loyvi at sleppa at virka í Írlandi.

Nakrar av heimsins størstu fyritøkum hava longu sæti í Írlandi, og tá fíggjerkreppan tók seg upp, endaði alt eins brádliga, og tað byrjaði.

Um 100.000 fólk, serliga ungfólk, fluttu úr landinum, men tey eru nú farin at flyta heim aftur.

Seinastu árini hevur gingið væl, og búskaparvøksturin var 7,5 prosentstig í fjør. Í ár verður roknað við, at vøksturin verður um 5 prosentstig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
PLÁTUPANELIÐ #40 (Island Records)
207831
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472