Kanadiari dømdur til deyða í Kina

Kanadiari dømdur til deyða í Kina
Ein kanadiari er dømdur til deyða í Kina fyri at hava smuglað rúsevni.
 
15.01.2019 - 09:34

Robert Lloyd Schellenberg varð í 2014 tikin fyri at hava ætlanir um at smugla 227 kilo av metamfetamini úr landinum til Avstralia. 

Í 2015 varð hann dømdur 15 ára fongsulsrevsing. Men málið varð kært, og nú hevur hann fingið deyðarevsing. Tað skrivar BBC.

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, hevur fordømt deyðadómin.

Viðurskiftini millum Kina og Kanada hava verið spent, síðani kanadisku myndugleikarnir eftir áheitan úr USA handtóku Meng Wanzhou, sum er í leiðsluni hjá kinesiska telerisanum, Huawai. Meng er dóttir stovnaran av Huawai, og hon varð latin leys í desember móti veðhaldi.

Kina hevur síðani handtikið tveir kanadiarar, sum myndugleikarnir skuldseta fyri at seta tjoðartrygdina í vanda, skrivar BBC.

Beint áðrenn deyðadómurin fall, segði Schellenberg við AFP, at hann ikki var smuglari, men bara ein ferðamaður.

Hann hevur nú 10 dagar at kæra dómin, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392