Fleiri gistu í Føroyum

Fleiri gistu í Føroyum
Gistingarhúsini høvdu fleiri gistingar í fjør enn árið fyri
 
06.02.2019 - 09:06

Meira enn sjeytúsund fólk fleiri gisti á føroysku  gistingarhúsunum í fjør í mun til árið fyri. Tað vóru 151.717 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum í 2018. Tað eru 7.243 ella 5% fleiri enn í 2017, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

31% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21% úr Føroyum, 20% úr øðrum Norðurlondum, onnur 20% úr øðrum londum í Evropa, og tey síðstu 8% vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Evropa.

Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við 52%, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 18% færri.

Tølini eru bara fyri gistingar á gistingarhúsum, ikki fyri tey, ið gista í húsum, íbúðum, ból og bita ella Airbnb.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541