Fólki í Venezuela mangla mat og heilivág

Fólki í Venezuela mangla mat og heilivág
Men herurin í Venezuela hevur stongt høvuðsinnkomuvegin, so neyåhjálpin ikki sleppur fram
Fólki Venezuela mangla mat og heilivág, men hjálpin sleoour ikki inn í landið
 
09.02.2019 - 16:10

Nógvir íbúgvar í Venezuela mangla mat og lívsneyðugan heilivág og tí roynir andstøðan í landinum at fáa neyðhjálp til Venezuela. Men hetta hevur fingið Nicolás Maduro, við hjálp frá herinum, at steingja Tienditas-brúnna, sum er á markinum millum Kolumbia og Venezuela, fyri at steðga neyðhjálpini.

- Vit eru ikki eitt land við biddarum, sum hava tørv á neyðhjálp, sigur forsetin Nicolás Maduro við tíðindastovuna AP.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo skrivar á twitter, at stjórnin hjá Maduro verður noydd at sleppa neyðhjálpini inn í landið, tí borgararnir i landinum hava harðliga brúk fyri neyðhjálpini, men hetta letur seg ikki gera so leingi herurin hjá Maduro steðgar bilum og skipum, sum eru á veg við hjálpini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Nýtt ljóð 30. apríl 2026
207789
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Eitt korter við jazzi
207778
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632