Ætla at útflýggja Huawei-stjóra til USA

Ætla at útflýggja Huawei-stjóra til USA
Meng Wanzhou kemur væntandi fyri rættin í Vancouver mikudagin
 
02.03.2019 - 09:49

Kanada hevur tikið fyrsta stigið at útflýggja USA fíggjarstjóran í kinesiska telerisanum, Huawei.

Meng Wanzhou, sum er dóttur stovnaran av Huawei, er skuldsett fyri at hava brotið amerikansku revsitiltøkini móti Iran.

Hon varð handtikin í Vancouver í Kanada eftir áheitan frá amerikanskum myndugleikum.

Wanzhou kemur væntandi fyri rættin í Vancouver mikudagin. 

Kemur dómarin til ta niðurstøðu, at tað er í lagi at útflýggja hana til USA, kann avgerðin bara broytast, um løgmálaráðharrin í Kanada leegur uppí.

Kinesiska sendistovan í Kanada finst hvassliga at avgerðini hjá kanadisku myndugleikunum.

Dómarin ræður

Kanada hevur víst kinesiska kravinum aftur um at lata Meng leysa. Myndugleikarnir siga, at teir leggja seg ikki útí mál hjá dømandi valdinum.

Fíggjarstjórin í Kanada er ikki fongslað longur. Hon gongur við eini leinkju um fótin, eftir at hon varð latin leys móti veðhaldi.

Kanadiski myndugleikar siga, at dómstólurin í Vancouver ger ikki av, um Men Wanzhou er sek. 

Tað stendur til dómstólarnar í USA at gera av, siga teir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256