Ph.d um trolaratøl

Ph.d um trolaratøl
Skjølini, sum P/f Beta savnaði frá 1977 til 2006, skulu brúkast til eina ph.d verkætlan um føroyska fiskivinnusøgu á Fróðskaparsetrinum
Grælingur var Kubatrolari.
Mynd: Gomul-skip.dk  
 
11.03.2019 - 11:00

Skjølini, sum P/f Beta savnaði frá 1977 til 2006, skulu brúkast til eina ph.d verkætlan um føroyska fiskivinnusøgu á Fróðskaparsetrinum.

Verkætlanin varar tvey til trý ár og kostar 2,2 mió. kr.

Í ár er játtað ein millión.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað spurningum frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um teldutøka fiskivinnusavnið hjá Beta files.

Aksel V. Johannesen umsat mentamálini, tá spurningarnir vórðu settir.

Kári P. Højgaard sigur, at neyvan nakrantíð hevur slíkur granskingarmøguleiki staðið føroyingum í boði, har øll
skjøl eru tøk viðvíkjandi rakstrinum hjá einum felag, sum hevði átta partrolarar í 30 ár.

Alt tilfarið er talgilt. Í tilfarinum eru øll troløki, tóv, troltímar og fiskur í hvørjum háli hjá kubatrolarunum sonevndu.

Fróðskaparsetrið fer í næstum at søkja eftir fólki at gera ph.d verkætlanina um Beta files.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961