Lars Olsen hevur sett liðið

Lars Olsen hevur sett liðið
Nú er greitt, hvørjir ellivu spælarar byrja inni ímóti Malta í kvøld
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
23.03.2019 - 10:25

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, fer at spæla við einari 4-4-1-1 spælskipan ímóti Malta í kvøld.

Tríggjar broytingar eru á liðnum samanborið við dystin ímóti Malta í november.

Odmar Færø kemur í miðverjuna fyr Sonna Ragnar Nattestad.

Rógvi Baldvinsson byrjar á verjukenda miðvøllinum fyri Heina Vatnsdal.

Og Jóan Símun Edmundsson byrjar í álopinum fyri Jákup Thomsen.

Byrjanaruppstillingin:

Gunnar Nielsen málverji
Gill R. Sørensen høgri bakkur
Viljormur Davidsen vinstri bakkur
Odmar Færø miðverji
Atli Gregersen miðverji
Brandur H. Olsen sentralur miðvøllur
Rógvi Baldvinsson sentralur miðvøllur
Hallur Hansson sentralur miðvøllur
Sølvi Vatnhamar høgri vongur
Rene S. Joensen vinstri vongur
Jóan Símun Edmundsson framherji

6000 áskoðarar

Sambært maltesiska fótbóltssambandinum verða eini 6.000 áskoðarar til dagsins dyst á Ta’ Qali Stadion, ið annars hevur pláss fyri umleið 17.000 áskoðarum.

Umleið 100 føroyskir áskoðarar eru komnir til dystin.

Dysturin ímíllum Malta og Føroyar byrjar klokkan 17.00. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 16.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343