Ferðamannaskip og farmaskip í trupulleikum

Ferðamannaskip og farmaskip í trupulleikum
Ferðamannaskipið Viking Sky, sum regluliga eru í Føroyum, er í havsneyð. 139 fólk eru flutt av skipinum, Farmaskip er eisini í trupulleikum
Tað verður ikki mett ráðiligt at flyta fólk í bjargingarbátar og tí er tyrlan einasti máti at flyta ferðafólk av skipinum, sum veðrið er í kvøld
 
23.03.2019 - 21:55

Onnur 1200 ferðafólk eru enn umborð og tað gongur striltið at fáa ferðafólk av skipinum. Sambært NRK eru 10 fólk komin álvarsliga til skaða. Millum annað ein 90 ára gomul kona og tveir eldri menn hava brotið seg sundur.

 

Tyrlur 

Upprunaliga ætlanin var at flyta ferðafólk av skipinum við bjargingarbátum og skipum, sum vóru nærhendis, men veðrið er so ringt, at tað varð ikki mett ráðiligt. Tí hava tyrlur flutt fólk burtur av skipinum. Hóast tyrlurnar taka 15 fólk ella so og fleiri tyrlur eru tøkar, so mugu fólkini heysast ein og ein av skipinum og umborð á tyrluna, og tað tekur tíð. 

Skipið sendi neyðarkall klollan 14 seinnapartin við boðum um at, skipið ikki hevur framdrift, og at veðrið var sera ringt. 

 

Annað skip í neyð

Skipið er umleið tveir kilometrar í ein útsynning úr Kristianssund í Norra. Eitt farmaskip, Hagland Captain, er eisini komið illa fyri um somu leið. Manningin, ið telur 9 mans, er í ferð við at fara av skipinum. Sambært norsku miðlum lupu 5 mans á sjógv fyri at sleppa burturfrá skipinum, og fyri at tyrlan kundi taka teir upp í tryggari frástøðu frá skipinum, ið hevur lagt seg á liðina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098